Talv
Um páskirnar varð FM í talvi fyri einstaklingar á skránni, og fyri fjórðu ferð eydnaðist tað Martini Poulsen at ogna sær FM-heitið.
Tað var annars ikki so nógv, sum bendi tann vegin eftir fyrsta umfarið. Tá dystaðist Martin nevnliga móti Helga Dam Ziska, og sigurin hjá Helga í hesum talvinum gav ábendingar um, at favoritturin skuldi strúka avstað við FM-heitinum.
Helgi helt eisini fast um oddasessin til og við sætta umfar. Í sjeynda umfarinum snávaði Helgi móti Finnbjørn Vang, sum eftir fleiri enn hundrað leikir ognaði sær javnleik, og í áttanda umfarinum vann Ólavur Simonsen ein tryggan sigur móti Helga.
Samstundis hevði Martin Poulsen sítt at stríðast við. Stigamissirnir hjá Helga góvu Martini møguleikan at leggja seg á odda, men móti Herlufi Hansen tóktist Martin liggja undir, tá Herluf tíðliga í talvinum vann sær fyrimun. Tað eydnaðist tó Martini at stríða seg til javnleikin, og so kundi hann við sigri á Rógva E. Nielsen í seinasta umfarinum ogna sær steypið.
Men heldur ikki hetta gjørdist lætt, og veruleikin var helst, at Rógvi skuldi vunnið sær í minsta lagi javnleik. Men í tíðartrýstinum móti endanum vórðu nøkur mistøk framd, og eftir fimm tímar við borðið kundi Martin fyri fjórðu ferð rópa seg føroyameistara.
Hevði Martin ístaðin telvað javnt, høvdu bæði Ólavur og Helgi greitt sín setning, og tí hevði verið neyðugt við umdyst millum teir tríggjar. Ein møguleiki, sum tó ikki gjørdist aktuellur kortini.
Fakta
Landsliðsbólkurin
Nr. Telvari Stig
1 Martin Poulsen 7,0
2 Ólavur Simonsen 6,5
3 IM Helgi Dam Ziska 6,5
4 Hans Kristian Simonsen 6,0
5 Finnbjørn Vang 4,0
6 Olaf Berg 4,0
7 Sjúrður Thorsteinsson 3,5
8 Herluf Hansen 3,5
9 Torkil Nielsen 2,5
10 Rógvi E. Nielsen 1,5