Martin Joensen fekk Serstøku Mentanarvirðisløn landsins

Martin Joensen fekk serstøku mentanarvirðisløn landsins

Martin Joensen fekk í kvøld fyrstu virðisslønina, tá mentanarvirðislønir landsins í kvøld  verða handaðar í Salt.

 

Martin Joensen fekk Serstøku mentanarvirðisløn landsins.

 

Jenis av Rana nevndi úr rúgvuni nakað av tí, sum yrkjarin, tónleikarin, teknarin og málarin hevur avrikað.

 

Martin Joensen fekk ikki verið til staðar, men hevði sent 2. ættarlið at taka ímóti. Sjálvur sendi Martin eina takkarheilsu á sjónbandi.

 

Eftir hetta spældu Svein í Prestgarði og Rakul Bærentsen eitt lag eftir Martin Joensen, eins og Lív Næs og Tróndur Enni eisini høvdu gjørt frammanundan.

 

Martin Næs helt síðani røðu um navnan, virðislønarmóttakaran Martin Joensen.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

  • Serstaka virðisløn landsins er 50.000 kr. Hon verður latin lista- ella mentafólki, sum hevur víst serliga góð evni og/ella sum hevur gjørt vart við seg innan sítt øki.