2. hvítusunnukvøld - 20. mai klokkan 20 - hevur Martin Joensen listaframsýning í forkirkjuni í Glyvra kirkju. Martin fer eisini at hugleiða og syngja egnar sangir. Ein kaffimuður verður eisini at fáa.
Martin er føddur í 1953. Hann gekk á Askou Jensens tegneskole, Glyptotekið, Keypmannahavn árini 1977-78 og á Skolen for Brugskunst, tekning og grafik, árini 1978-82.
Eftir lokna útbúgving sum teknari/illustrator hevur Martin í høvuðsheitum virkað innan industriella sniðgeving og bókaillustratión og -uppseting.
Seinni árini hevur hann tikið málingatáttin uppaftur, sum hann eisini tókst við eitt styttri tíðarskeið á yngri árum. Motivúrvalið kann sigast at vera naturalistiskt/realistiskt, helland á impressionistiska bógvin.
Hann hevur eitt nú havt framsýningar í Havn, Vestmanna og Fuglafirði.
Á framsýningini á Glyvrum verða á leið 10 málningar og tekningar, sum hann hevur gjørt árini 2012 og 2013.
Í sambandi við upplatingina verður lítil konsert, har Martin Joensen framførir nakrar av sínum sangum.