Pauli hevur seinnu árini verið fastur maður í bólkinum hjá Martin Joensen, umframt at teir eisini spæla tveireinir. Pauli er eins og Martin Joensen fyrrverandi limur í Vestmonnum, og hevur m.a. verið við til at stovna Showmenn, og spældi við bólkinum, inntil hann lat Jóhannus á Rógvu taka yvir.
Martin Joensen hevur verið sera virkin seinastu trý árini, og eru konsertirnar hjá honum í Føroyum væl vitjaðar. Hetta kemst ikki minst av stóra sangskattinum hjá Martini. Hvør minnist ikki klassikarar sum Morgun, Ró, og Svarti Ravnur.
Cafékvøldið verður nú leygarkvøldið 12. maj kl. 21.00 í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A. Væntast kann at hetta verður eitt hugnaligt kvøld við tónleiki, søgum, og alt millum himmal og Vestmannasund. Atgongumerki á 70 krónur fáast við dyrnar. Caféin letur aftur um midnáttarleitið.