Martin Joensen í Klaksvík

Fólkatónleikarin úr Vestmanna, Martin Joensen, framførur sunnudagin í Spaniastovu í Klaksvík. Martin Joensen er í hesum døgum í upptøkuhølunum, har hann viðger nýtt tilfar, og hetta tilfar verður eisini at hoyra í Klaksvík. Eisini fer hann at framføra eldri, kend løg.

 

Konsertin byrjar kl. 16.00 og atgongumerki kunnu keypast í Leikalund.