Leygarkvøldið vera hann og fasti bassleikarin og fyrrverandi Vestmaðurin Pauli Magnussen at hoyra á Skarv í Keypmannahavn.
Martin Joensen hevur tak á ungum sum gomlum og er altíð ein stór tónleikauppliving. T.d. á MjúS festivalinum á Sandi í fjør var løtan gandakend, tá Martin sang burtur úr sínum sangskatti. Løgini morgun og ró, eru so yndislig sum til ber, meðan løg sum Pengar, Svarti Ravnur, Tað kundi verið so gott og Í tínum eygum somuleiðis eru fantatisk, vit kundu nevnt so nógv løg, tí sangskatturin er bæði stórur og góður.