Pápi er sonur Pólinu, ættað úr Leirvík, og Joen Paula Jarnskor, vanliga kallaður Palli í Køkinum, úr Norðragøtu. Mamma, Henny Djurhuus, ættað av Selatrað, og pápi komu saman, tá ið mamma var arbeiðsgenta á Høgabólið í Runavík. Tey giftust í november mánaði í 1958, sama dag sum elsta barnið, ið er John f. 1958, fór til dópin, og búðu vit tá hjá ommu og abba. Trongligt var, við tað at fastir okkara Eyðna við manni og einum barnið búði í kjallarinum og omma og abbi, mamma og pápi við 4 børnum, umframt áðurnevnda John eisini Anita f. 1959, Dánjal f. 1961 og Pauli f. 1965, øll húsaðust í ovaru hæddini. Men alt gekk fínt, tí sum tikið verður ofta til, har hjartarúm er, er eisini húsarúm. Tá ið Pauli var nakrar mánaðar gamal, keyptu tey húsini hjá Petur Jakku í Blásastovu inni í Kongsbø.
Tey húsini blivu niðurtikin fyri umleið 5-6 árum síðani. Dánjal bygdi upp nýggj hús á somu grund, og búgva mamma og pápi nú í kjallaranum. Har hava tey tað gott; ikki er ein dagur farin, uttan at vit børnini ella ommu- og abbabørnini koma at vitja; ikki bert eina ferð, men kanska tvær til tríggjar ferðir um dagin. Altíð eru tey so blíð, tað skulu tey eiga. Er ikki køka á borðinum, ja so er bara at fara í køliskápið, tí har er bæði turr grind og turrur fiskur, so svong fara vit ongantíð útaftur úr Kongsbø.
Pápi hevur altíð havt tokka til dýrini, serliga var tað neytini á ungum árum. Sum 12 ára gamal var hann tarvapassari í Norðragøtu, har 45 kýr gingu, so tá ið brúk var fyri tarvinum, so var pápi altíð til staðar; jú mín sann, hann fekk 20 kr. fyri hvørja kúgv, sum fór til tarvs. Tað eina árið vann hann sær heilar 840 kr., sum hann nýtti til at keypa eitt 4-mannafar.
Ikki hava bátarnir verið fáir, sum hann hevur verið við. Fyrsti túrurin var við Fagranes í Vági í 1953. Sluppini Jóhannu vart tú við í 1954. Í 1955 vart tú við Gøtunesi, sum tíverri brann niður. Í 1956 vart tú við tí kendu sambandssluppini Agnas Louise, har ímillum annað vinskapurin við løgtingsformannin Edmund Joensen upprann. Í 1956 vart tú eisini í Íslandi við Eysturoyingi, umframt tú eisini vart við Gulenni. Heimafturkomin tann 4.febr. í 1961 søkti tú um kjans sum lastamaður á Skálaberg. Ikki gekk so gott, men tá ið tú tosaði við Kaj Johannesen, skipara, gjørdist tú glaður, tí hann fortaldi, at slíkar pannukøkur, sum hann hevði fingið frá mammu tíni, hevði hann aldrin smakkað, so tað gjørdi, at tú fekst kjansin. Tit fóru avstað 6 marts í 1961. Í 1967 var tað Finnur Fríði, sum Øregaard, sáli, var reiðari á, síðani Geyti Reyði og Sjúrður Tollaksson hjá Eivind Hansen, sála, her úr Gøtu. Ja, vit kundu nevnt nógv afturat.
Í 1997 legðist pápi uppá land, har hann í eina tíð arbeiddi á Harenga. Eisini royndi hann mangt, millum annað goggufiskarí og at taka tara og igulker, men í dag er tað aftur goggufiskaríið, sum hann tekst við. Hann var í skúla í Danmark áðrenn hetta, í 1956-57, í Haslev Højskole, har hann millum annað fekst nógv við at spæla hondbólt. Ítrótturin liggur nevniliga hjartanum nær, serliga fótbólturin.
Vit eru 7 systkin, og hava vit øll spælt bæði hondbólt og fótbólt, men ongantíð hava vit hoyrt tey grenja um allar taskurnar, sum plagdu at liggja í gongini; tað var mestsum bara ein sjálvfylgja, og altíð vóru venjingarklæðini rein og turr dagin eftir. Fyrst og fremst er tað GÍ, hann fylgir við, men eisini hyggur hann nógv at Barcelona, Manchester United og AaB, har abbasonurin Súni hevur sína dagligu gongd. Nú er hann eisini farin at hella eitt sindur til Sundalagið, har hann heldur seg eiga eitt sindur í einum leikara, og hevur hann, sum mong øtast inná, tikið KÍF framum STÍF.
Tá ið abbi okkara fór í 1979, gjørdist pápi grindaformaður í Norðragøtu. Tað starvið hevur hann enn, og gongur hann upp í tað við lív og sál. Manga góða lykkju hevur hann latið úr hondum, og mong eru tey, bæði nær og fjar, sum hava fingið uppí pottin ella í kaggan frá honum, tá grind hevur lagt beinini í Gøtu. Søkin hevur hann altíð verið, og í mong ár hevur havt dunnur og gæs, so teimum nærmastu nýtist ongantíð at hugsa um, hvaðani jóladøgverðin skal koma.
Sum áðurnevnt eru vit 7 systkin, umframt John, Anitu, Dánjal og Paula, eisini Magni f. 1968, Henning f. 1972 og Unn f. 1977. Á várið 1967 mistu mamma og pápi tó eina dóttur. Abbabørnini er 13 í talið, tað elsta 26 ár og tað yngsta 1, og tey fyrstu langabbabørnini eru á veg, og tað frøist hann stórliga yvir.
Hesi seinnu árini hava hann og mamma verið nógv úti um landoddarnar og ferðast, einamest hevur tað verið í Íslandi, har tey hava ein stóran vinaskara. Serliga til oyggjarnar, har Gisli við familju býr, er tað, tey fara yvir at ferðast. Gisli var eina tíð venjari í GÍ í Gøtu, og búði hann tá hjá ommu og abba. Hetta sambandið teirra millum hevur verið einastandandi gott, og minnast vit á nógvar góðar løtur saman við tykkum og Gisla, men eisini nógvum øðrum úr oyggjunum.
Góði pápi, verpápi og abbi. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum, og vit vóna, at tú fært ein góðan dag. Vit gleða okkum til at hátíðarhalda dagin í morgin saman við tær og mammu. Alt tað besta ynskja
Børn, svigerbørn og abbabørn.