Martin Mohr Olsen vart ph.d. á DTU

Fríggjadagin 1. desember vardi Martin Mohr Olsen ph.d.-ritgerð sína á DTU

Martin Mohr Olsen í miðjuni saman við vegleiðarum og metingarnevnd

Heitið á ph.d.-ritgerðini er: "Fourth Mission and Post-Sustainability Oriented Innovation in the Arctic".

 

Martin hevur verið innskrivaður á Fróðskaparsetrinum og Danmarks Tekniske Universitet (DTU), og ph.d.-verkætlanin er eitt samstarv millum Setrið, DTU. Tórshavnar kommunu og Hugskotið.

 

Jason Li-Ying, professari á DTU Entrepreneurship, var høvuðsvegleiðari. 

Hjávegleiðarar vóru Francesco Rosati, lektari á DTU Entrepreneurship, Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Fróðskaparsetrinum og Lau Øfjord Blaxekjær, adjungerðaur námslektari á Fróðskaparsetrinum.

 

Í metingarnevndini vóru:

 

Maria Theresa Norn, lektari á DTU Entrepreneurship

Leslie King, professari á Royal Roads University, Canada

Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetrinum

 

Jes Broeng, professari á DTU Entrepreneurship leiddi verjuna.

 

Verjan gekk væl og Martin Mohr Olsen fekk rós fyri sítt arbeiði.

 

Martin Mohr Olsen í miðjuni saman við vegleiðarum og metingarnevnd