Martin sá sínar liðfelagar tapa stórt

Heldur ikki í tí seinasta dystinum í hesum kalendaraárinum fekk Martin Agnarsson spælitíð

Í dag ferðaðist Martin Agnarsson saman við hinum í hópinum hjá Viborg til Herning, har Viborg skuldi spæla seinasta dystin í hesum kalendaraárinum móti FC Midtjylland.

 

Martin slapp heldur ikki á vøllin í kvøld, og hann sá frá beinkinum sínar liðfelagar tapa stórt 1-5. Viborg kom annars á odda, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleik skoraði heimaliðið tvær ferðir, og teir øktu við trimum málum aftrat í seinna hálvleiki.

 

Næsti dysturin hjá Viborg í donsku superliguni verður 18. februar. Tá tekur Viborg móti OB á heimavølli.

 

Viborg er nummar átta í deildini við 19 stigum fyri 17 dystir. Viborg hevur átta stig upp til Silkeborg, ið er nummar seks við 27 stigum. Seks tey fremstu liðini vinna seg í ovara endaspælið.