Í kvøld spældi føroyingaliðið í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini, Njarðvík sum hevur Martin Klein Joensen og Kaj Leo í Bartalsstovu í hópinum dyst á heimavølli í Lengjubikarunum.
Dysturin var móti søguríka liðnum, KR sum spælir í bestu íslendsku deildini, og var sjálvsagt greiður favorittur til at vinna dystin í kvøld.
Men tað eydnaðist Martini at loypa hvøkk á KR, tá hann longu eftir 12 minuttirs spæl legði Njarðvík á odda 1-0. Sambært føroyska málmansvenjaranum hjá Njarðvík var talan um eitt sera gott mál.
KR fekk tó fótin fyri seg og vann at enda dystin 3-1.
KR - Njarðvík 3-1 (2-1)
0-1 Martin Klein ('12 )
1-1 Aron Sigurðarson ('28 )
2-1 Theodór Elmar Bjarnason ('36 )
3-1 Hrafn Guðmundsson ('90 )
KR er fremst í bólki 3 við níggju stigum, meðan Njarðvík er næstaftast við einum stigi.
Leygardagin 2. mars hevur Njarðvík aftur heimadyst í bólki 3 í Lengjubikarinum. Tá kemur Fjölnir á vitjan.