Martin var stinnur á Tórsvølli

Tá ið munurin á liðunum er so stórur, sum hann var í gjár, er torført at taka dagar ímillum spælarar

So hevur Miðlahúsið sítt boð uppá, hvussu liðið eftir áttanda umfar skal skrúvast saman.

Vit hava verið í samband við heimildarfólk kring landið, og tað er sama søga allastaðni. Tá ið munurin er so stórur á liðunum, sum hann var í gjár, er tað nógv verri at taka dagar ímillum spælarar, enn tað er, tá ið dystirnir eru javnari, enn teir vóru ígjár.

KÍ er framvegis ósigrað topplið eftir knúsandi 5-0 sigur í Sørvági, og HB er næstfremst eftir 3-0 sigur í Hólmanum á Eiði, sum kundi havt verið væl trivaligari, tí HB var so greitt omaná. NSÍ er á triðja plássi eftir 3-0 heimasigur ímóti TB, sum í fyrra hálvleiki var væl við og spældi seg í onkrar góðar støður, og sum var óheppið, tá ið mál varð kolldømt, og dómarin gav TB fríspark dygst uttanfyri brotsteigin og gult kort til Odd Á. Højgaard í NSÍ verjuni.

Víkingur spulaði eftir steðgin B68 av vøllinum á Svangaskarði, har heimaliðið legði rygg til 6-0 tap, og so var tað óvæntaða úrslitið á Tórsvølli. B36 hevði bóltin nógv, men árstalsfelagið hevði enn einaferð torført við at umseta støður og møguleikar til mál.

Serliga áhugavert var tað, at Martin Danielsen í ÍF málinum hevði fleiri góðar bjargingar. Undan kappingarbyrjan var hann ætlaður at sita á beinkinum. Tá var hann fyrst og fremst upptikin av hondbóltinum, har hann er ein av stuðlunum á liðnum hjá StÍF. Nú er Martin Danielsen av álvara komin í brennidepilin, tí fyrsta valið millum ÍF stólparnar, Jákup Nolsøe Olsen, er darvaður av skaða í fótinum. Um hann verður burtur frá fótbólti í eina ella fleiri vikur aftrat er ikki greitt. Men Martin Danielsen er avloysari, og eftir 8. umfar er hann kosin at verja málið á vikuliðnum. Tað er hann frammanfyri Mathias Rosenørn, Teit Matras Gestsson og Tórð Thomsen, sum í gjár vóru arbeiðsleysir.

Í verjuketuni eru gamlir kenningar. Odmar Færø og Hørður H. Askham vóru álit í miðverjuni, og KÍ vongverjarnir Jóannes K. Danielsen og Jesper Brinck vóru álitisfullir og væl upplagdir í framrættaða spælinum.

Hjá HB snarar bóltspælið og álopsmyndingini seg fyrst og fremst um Heðin Hansen. Undir liðini á honum á sentrala miðvøllinum er Sølvi Vatnhamar, sum í gjár skoraði tvey mál, hóast hann var fluttur longur aftur á vøllin, enn hann higartil hevur verið.

 Í Sørvági var Árni Frederiksberg eyðsýndur og við í nógvum av framrættaða spælinum hjá KÍ.

Arnbjørn Svensson hjá Víkingi tóktist trívast væl í nýggja leiklutinum eitt sindur aftanfyri Andreas Lava Olsen, og Petur Knudsen skoraði tvey mál. Hann var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ, men avloysarin, Jørgen Nielsen, varð skaddur, tá ið hann beinanvegin legði NSÍ á odda. So varð Petur Knudsen skiftur inn og skoraði tvey mál.

Okkara boð upp á liðið eftir 8. umfar er hetta:

Martin Danielsen, ÍF – Jóannes K. Danielsen, KÍ, Odmar Færø, KÍ, Hørður Askham, HB, Jesper Brinck, KÍ – René S. Joensen, HB,  Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Heðin Hansen, HB, Árni Frederiksberg, KÍ – Arnbjørn Svensson, Víkingur, Petur Knudsen, NSÍ

Um eina viku verður nýtt boð upp á liðið. Í 9. umfari er skráin henda: NSÍ – 07 Vestur (leygardagin) og sunnudagin KÍ – B36, Víkingur – ÍF, HB – B68 og TB – EB/Streymur.