Martyrleiklutur fiskimanna

Tað kann ikki vera rætt, at sjómenn skulu noyðast at halda lív í øllum hesum nullunum sum t.d. starvast í bankum, matvøruhandlum, sjúkrahúsum, skúlum, bilverkstøðum, byggifyritøkum, skipasmiðjum, bókasøvnum, tollstovu, búskaparráðnum, politistøðum, timburhandlum, landstýri, løgtingi, cand. dittum og cand. dattum. Biði heldur allar hesar ónytturnar pilla av landinum so kunnu sjómenninir einsamallir syrgja fyri at skapa eitt rættvíst og rímuligt samfelag har ongin nassar upp á nakran. Hvussu teir so skulu útvega sær skip og fiskiamboð, selja fisk og orðna lønarútgjalding o.m.a., tað hugsa vit minni um.

Tað er nógv fyri, at ein skal føla seg noyddan at taka so til. Nú hevur í seinastuni verið nógv rópt og brøla eftir teimum lærdu fólkunum í Føroyum sum, samsvarandi meiningini hjá einum breiðum skara av føroyingum, og landstýrisfólki við, bert eru nakrir forkelaðir apukattar sum hvørki gera eitt ella annað til nyttu afturímóti teimum hetjunum sum, í órættvísi, stríðast og strevast í tí, ið mest kann sammetast við eitt helviti, nevniliga á sjónum.

Tað mátti verið mannminkandi, at verði mettur so ússaligur og vánaligur, at mann hevur uppibori sersømdir, rós, herðaklapp og serligt forstáilsi sum tað vísir seg at hesin neyðars fiskimaðurin í heilum hevur brúk fyri at hoyra frá landkrabbunum, men spurningurin er, um fiskimaðurin yvirhøvur hevur biði um hendan martyrleiklut ella hann nevniliga er skaptur av landkrabbunum.

Tað kann ikki bera til, at nakar skal føla seg noyddan at vera fiskimaður, um so er at viðkomandi ikki hevur hug til tess. Lat tað vera okkara vón, at sjómanslívið, eins væl og aðrir vinnuvegir, er eitt frítt væl hjá teimum sum her starvast og um hesir ikki ynskja at virka innan hesa vinnu, so hava teir akkurát sama møguleika sum limirnir í búskaparráðnum og starvsfólkini á Hotel Vágum at velja okkurt annað at takast við. Tað man neyvan vera nakað slag av arbeiði sum altíð er stuttligt, og sjómaðurin man eins og sjúkrasystirin hava sínar góðu dagar og sínar minni góðu dagar.

Ella er tað kanska so, at tað slet ikki er sjómaðurin ið rópar so nógv upp, men harafturímóti nakrir pseudo-vinnulívsmenn (óveruligir vinnulívsmenn) sum ikki tola at hoyra, at teir nú skulu gerast rættir vinnulívsmenn og tillaga seg vanligar marknaðartreytir eins og vinnulívsmenn í øðrum liberalistiskum londum ? nevniliga fría kapping?


Hava Føroyar brúk fyri væl lærdum fólki?

Tann 11. februar 2000 stendur ein grein í Sosialinum eftir Jóhan Mortensen (hereftir stytt J.M.). Tann greinin kemur í kjalarvørrinum á einum sera buldrutum og óciviliseraðum kjaki í seinastuni og einum fimmara í útvarpinum. Undirritaði fer at loyva sær at koma við tveimum endurgevingum úr hesi grein sum skurraði sera illa í oyrunum hjá undirritaða - ? Vit eru øll eins fyri Guði, men tó er munur á monnum. Ein fiskimaður er meira verdur fyri føroyska samfelagið enn vit skrivstovukalar í Havn__.Tað er ein sannroynd, at tað er fiskimaðurin á Munkagrunninum og flakakvinnan á Kósini, sum skapa tey sonnu virðini í hesum landi og sum vit øll onnur njóta gott av ? ? endurgeving endar.

Tað er lítið at ivast í, at J.M. hevur skriva omanfyri nevndu grein í bestu meining, og hetta skal avgjørt ikki metast sum nakað persónligt álop á J.M., men ikki kann sigast at greinin byggir á breiðan seriøsitet.

Tá J.M. seinni í greinini kemur inn á hvussu soltin kvinnurnar leiklutur í føroyskum vinnulívi er, og setir spurningin, um tað er orsaka av at menn eru ov kvinnukúgandi, ja, so kann undirritaði væl fylgja við og fyri ein stóran part taka undir, men tá tað so seinni í greinini verður sagt (endurgeving byrjar) - ? Tað er sjálvandi meira áhugavert og ómakaleyst at fáa sær eitt akademiskt heiti og ein fulltrúasess við góðari eftirløn, og hvør kann brigsla einum ungum at hann vil virka undir tryggum korum ? ? ? (endurgeving endar), ja, so eru vit enn einaferð vitni til ein alt ov vanligan og fulkomiliga skeivan hugsunarhátt hjá einum alt ov stórum parti av føroyingum.

Altso, tað ljóðar sum um, at tað at gerast lærdur í dag bert er at keypa sær ein ferðaseðil til útlandið og so møta upp onkunstaðni, stilla seg í bíðirað og fáa sær eitt akademiskt heiti á einum kontórið, yvir ein keypmansdisk, ella okkurt sovorið. Tað er so pilkandi lætt og ómaksleyst at tað kann ein og hvør idiotur gera uttan stórvegis hóvasták.

Ja, tað er ikki so løgi at fleiri herheima meta ein slíkan ?cand. dit ella cand. dat? sum ein landasvíkjara, eitt huldufólk sum hevur ligið skít í og bólta í nøkur ár á flatlondum, og sum ?aldrin hevur gjørt nakað ORDULIGT til nyttu?.

Hetta prógvar, at tað er okkurt spinnandi gali við tilvitskuni her á klettunum.

Mín uppfatan er, at tað eru alt ov fá ?cand. dit? og ?cand. dat? í Føroyum, og tískil eru Føroyar eitt alt ov einspora samfelag við bert einari høvuðsvinnu.

Tað er stórur tørvur á væl lærdum fólki, ikki minnst í føroyskum vinnulívi, og høvdu tað verið fleiri fólk við høgari útbúgving í Føroyum, og hesi fingu eins góðar sømdir sum væl lærd fólk aðrastaðni, so hevði føroyskt vinnulív heilt avgjørt verið nógv meiri fjøltátta enn tað er í dag. Á sama hátt er brúk fyri einum búskaparráði sum kann koma við góðum fakligum vegleiðingum til politikkarar og embætisfólk.


Hava væl lærd fólk brúk fyri Føroyum?

Hesin spurningur hevur eisini verið havdur á lofti fyrr. Sannleikin er, at í heimsins mest framkomnum londum verður lærdómur mettur sera høgt. Tað er ein spurningur um at klára at fylgja við útviklinginum, hava ?know how? og duga at brúka tøkni bæði innan vinnulív og almenna fyrisiting. Best er sjálvandi, um mann er førur fyri at verða slóbrótari innan summi økir. Í Føroyum hevði tað verið heilt nattúrligt at satsa upp á at vit kundu verði slóðbrótarar innan fiskivinnu og tilvirkan av ymsum fiskaúrdráttum, og kanska innan skipasmíð við. Men tað er so sanniliga eisini týdningarmikið at hava ein vælvirkandi almennan sektor, og alt hetta krevur vælútbúgvi fólk.

Og víst og satt er tað, at um útbúgving og lærdómur ikki fær høga raðfesting í samfelagnum og verður virt, so kann mann gott gloyma alt um at verða kappingarførur og varveita eins høgt livistøði sum í øðrum framkomnum londum. Kappingin millum londini er hørð, og tann sum fremstur er innan gransking og vitan kemur at draga tey longstu stráðini. Soleiðis eru treytirnar nú einaferð. Og tað er galdandi fyri øll samfelagsøkir tað verið seg innan fiskivinnu, skipasmíð, heilsurøkt eins væl og innan almenna umsiting.

Tað er stórur eftirspurningur eftir vælútbúnum fólki allastaðni í verðini, jú dugnaligari ein er, jú betri eru møguleikarnir at fáa góð størv við góðum lønum. Framkomin lond vilja fegin gjalda fyri at fáa fatur á dugnaligum fólkið við góðum lærdómi, tí hesi koma at kasta mangt slíkt av sær aftur til samfelagið tá ið av tornar.

Tað sum eykennir menningar-lond og bananrepublikkir er nevniliga hetta, at ein stórur partur av fólkinum í hesum londum hava ongan lærdóm. Tey eru í einari støðu har koruptión og óskil valdar í landinum orsaka av vantandi útbúnum fólki og ordiligum viðurskiftum. Er tað kanska tann vegin mann ynskir at ganga í Føroyum? So sig tað bara - tí tey vælútbúnu skulu nokk klára seg, og finna sær vinnuvegir aðrastaðni enn í Føroyum.

So tað er ikki bara ein spurningur um Føroyar hava brúk fyri vælútbúnum fólki, men minnst líka nógv, um væl útbúgvin fólk hava brúk fyri Føroyum.


Jarðfrøðilesandi

Hilmar Simonsen