Mary fór til stroks

Krúnprinsessan var so hugtikin av útsýninum á Viðareiði, at hon fór til stroks oman eftir bønum. Krúnprinsurin noyddist at stórleypa aftaná

Eftir at krúnprinsaparið hevði heilsað upp á umboðini fyri bygdaráðið á Viðareiði, gingu tey yvir í kirkjuna, har Elsa Funding, prestur, skuldi taka ímóti teimum.
Men á vegnum yvir móti kirkjuni fór Mary krúnprinsessa til stroks oman eftir bønum.Hon var so hugtikin av útsýninum, at hon mátti ganga oman móti bakkanum at hyggja seg um.
Krúnprinsurin kom stórleypandi í hølunum á henni, og borgarstjórin Árni Absalonsen og bygdaráðslimurin Kári Kallsberg fóru eisini við oman móti helluni.

Hugtikin av útsýninum
? Tey tosaðu um, hvussu vakurt tað var, og eg haldi, at tey vildu vera eina løtu úti. Eg greiddi teimum frá fuglabjørgunum norðanfyri, sigur Kári Kallsberg.
Mary og Fríðrikur stóðu eina løtu nirði móti bakkanum og skimaðist rundan um seg. Útsýnið var stórsligið við teimum høgu fjøllunum í tí góða veðrinum.
Prátið gekk eina løtu millum tey fýra niðri í bønum, og so komu tey niðan aftur og tóku upp aftur almennu skránna.