Mary fingið eina prinsessu

Hon átti fyri hálvum øðrum tíma síðani Í morgun var Mary, krúnprinsessa, løgd inn á Ríkissjúkrahúsið at eiga, og fyri hálvum øðrum tíma síðani átti hon eina diddu, sum vigar 3350 gramm.

Mary skuldi annars ikki eiga fyrrenn 3. mai, men bæði móðir og dóttur hava tað av tí besta, verður upplýst av Ríkissjúkrahúsinum, har ein rúgva av tíðindafólki er savnað og bíðar eftir Frederik krúnprinsi, sum fer at halda tíðindafund um eina lítla løtu.