»The Reds« hava seinastu mánaðarnar roynt at sikra sær miðvallaran úr Argentina, og nústani sær út til at semja tykist vera komin millum feløgini.
Mascherano er í løtuni á einum lánssáttmála á Anfield, eftir at hann kom til felagið í 2007, frá London felagnum West Ham.
Argentinski landsliðsleikarin hevur veruliga spælt seg inn í hjørtuni á Liverpool viðhaldsfólki, við sínum vælkenda, ófatuliga arbeiðsinnsatsi og tryggum sópingararbeiði á verjukenda miðvallarplássinum á Liverpool miðvøllinum, undir liðini á einum av heimsins bestu miðvallarum í skapi av Steven Gerrard.
Mascherano sigur seg gleða seg, endaliga at undirskriva sáttmálan við felagið, hann so fegin vil spæla við.
- Tað verður deiligt, endaliga at undirskriva sáttmálan, tí eg havi altíð sagt, at eg fegin vil vera her. Tað hevur eisini stóran týdning fyri meg, tí her er familja mín aftanfyri meg.
- Væntandi verður tað einaferð í vikuni, at eg kann almannakunngerast sum rættur Liverpool leikari, og tað gleði eg meg til, sigur Mascherano, ið hevði eina ræðuliga tíð í West Ham, har hann ikki var dámdur av venjaranum.
Mascherano tosaði eisini um týdningin av at Liverpool vinnur í minsta lagi eitt fjórða pláss í Premier League, so at teir kunnu spæla í glæsuligu Champions League kappingini aftur í næsta ár.
Liverpool eru í løtuni á einum fimta plássi, trý stig aftanfyri grannarnar Everton, men tað skal tó sigast, at Liverpool hava ein dyst á láni, so tey trý stigini eru ikki so ógjørlig at innheinta.