Maskinførari fann seinasta líkið í Gjerdrum

- Vit skuldu fylla ein dumpara, og eg var í holt við at skava saman tilfar, tá eg fann líkið, sigur Kristian Skrokbæk við norska Dagbladet.

 

 

 

Nú er seinasta líkið funnið í leivdunum av ógvusligu leirskriðjuni, sum rakti Ask í Gjerdrum kommunu í Noregi hin 30. desember í fjør. Tað var maskinførarin hjá fyritøkuni NVE, Kristian Skrokbæk, sum fann líkið.

Síðan hesa náttúruvanlukku, hevur NVE hjálpt til í økinum, har fyritøkan hevur lagt vegir og gravað veitir fyri at drena vatn burtur.

Hvørja ferð, grabbin hevur verið settur í, hevur verið hugsað um seinasta líkið av 10, sum ongantíð varð funnið í leivdunum. Tað er 49 ára gamla, Rasa Lasinskiene.

Tankin um at finna hina 49 ára gomlu, var eisini í huganum hjá maskinføraranum, Kristiani Skrokbæk, tá hann setti seg í førarahúsið á gravmaskinu síni gjáramorgunin.

- Eg byrjaði dagin sum vanligt. Vit skuldu fylla ein dumpara, og eg var í holt við at skava saman tilfar, tá eg fann líkið, sigur hann við norska Dagbladet.

Sambært norsku løgregluni, varð líkið funnið umleið ein metur undir leirleivdunum. 10 fólk lótu lív í stóru náttúruvanlukkuni, og nú eru so øll líkini funnin.

Rasa Lasinskiene gekk ein túr við hundinum, tá leirskriðan leyp. Hesa løtu snakkaði hon í telefon við mannin, og knappliga varð telefonin avbrotin. 

##med2##