Tíðindaskriv
Maskinmeistarafelagið vísir í tíðindaskrivi í gjár á, at felagið vil hava skúlan aftur undir Krákugjógv.
Felagið vísir m.a. á, at maskinmeistaraútbúgvingin er í vanda, og heitir á politisku skipanina um at áleggja Mentamálaráðnum at flyta útbúgvingina niðan aftur á Maskinmeistaraskúlan undir Krákugjógv, soleiðis at undirvísingin kann byrja har
eftir summarfrítíðina.
Mentamálaráðið vil við hesum vísa á, at Maskinmeistarafelagið ongantíð hevur vent sær til Mentamálaráðið viðvíkjandi hølisumstøðunum á skúlanum. Harumframt hevur Maskinmeistarafelagið ikki vent sær til Mentamálaráðið viðvíkjandi tí, at útbúgvingin skal vera í vanda. Mentamálaráðið undrast á arbeiðsháttin hjá Maskinmeistarafelagnum.
Leiðslan á skúlanum hevur tikið avgerð um, at øll ástøðilig undirvísing frameftir skal vera í Nóatúni, og hevur Mentamálaráðið fult álit á, at tað, sum er gjørt í hesum sambandi, er rætt, eisini sæð í ljósinum av, at arbeitt verður við, at hølisumstøður skulu fáast til vega soleiðis, at samlaða virksemið hjá skúlanum frameftir skal verða undir sama taki.
Mentamálaráðið veit, at nakrir fáir lærarar, sum undirvísa á maskinmeistaraútbúgvingini, eru ónøgdir við tað, sum er farið fram í sambandi við flytingina av ástøðiligu undirvísingini, men Mentamálaráðið hevur fult álit á tí, sum leiðslan hevur gjørt.
Viðvíkjandi útbúgvingarráðnum, so fer Mentamálaráðið ein av næstu døgunum at senda uppskot til fundarskipan fyri útbúgvingarráðið til hoyringar hjá avvarðandi pørtum, soleiðis at hesi viðurskifti koma í rættlag skjótast tilber.
At enda skal vísast á, at Maskinmeistaraútbúgvingin er altjóða góðkend grundað á dygdarmenningarskipan og eftirlitskrøv frá IMO (International Maritime Organisation).