? Upplýsingarnar skulu nýtast til at fremja ágang móti teimum sjey umsøkjarunum, sum hava søkt størvini sum maskinmeistarar hjá Fiskiveiðueftirlitinum, og vit vilja við hesi avgerð verja umsøkjararnar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Maskinmeistarafelagið hevur sent eina skrivliga umsókn um at fáa upplýst nøvnini á teimum sjey maskinmeistarunum, sum hava søkt tey leysu størvini umborð á Tjaldrinum og Brimli, hóast fakfelagið hevur noktað limum sínum at søkja størvini.
Hetta kravið verður ikki eftirlíkað, tí at upplýsingarnar verða misnýttar, heldur Fiskimálaráðið.
Umsøkjarar tora ikki
Sjey umsøkjarar hava upprunaliga fingið tilboð um starv, men fýra teirra hava skrivliga boðað frá, at teir ikki taka við størvunum.
Soleiðis sigur ein av umsøkjarunum, sum ikki tók av:
? Undirritaði torir ikki at taka við starvinum frá tykkum vegna ágang og uppringingar frá Maskinmeistarafelagnum.
Ein annar sigur:
? Hóast talan var um eitt ynskistarv hjá mær, havi eg í samráð við familjuna og fólk, ið kenna til fakfelagsviðurskifti, avgjørt ikki at taka við starvinum...
Poul Hansen advokatur hevur verið ráðgevi hjá Fiskimálaráðnum í hesum málinum, og hann er avgjørdur.
? Ætlanin við upplýsingunum er at fremja ágang móti umsøkjarunum, og tí eigur Fiskiveiðieftirlitið at sýta fyri at upplýsa nøvnini á umsøkjarunum, er niðurstøðan hjá Poul Hansen.
Hóast tænastumannalógin sigur, at avvarðandi fakfeløg eiga at fáa upplýst nøvn á umsøkjarum, so heldur løgfrøðingurin seg til eina avgerð hjá danska umboðsmanninum. Hon sigur, at um tað er dokumenterað, at upplýsingarnar verða nýttar til at fremja ágang móti persónum, so ber til at seta tænastumannalógina til viks og verja tann einstaka.
Avsannar ágang
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum avsannar, at upplýsingarnar skulu nýtast til at fremja ágang.
? Vit hava rætt sambært lógini at fáa upplýst nøvnini, men vit hava ongar ætlanir um at fremja ágang móti umsøkjarum ella at upplýsa nøvnini fyri almenninginum, sigur Jógvan Nybo.
Hann sigur seg ikki kennast við tær uppringingar, sum ein umsøkjari sigur seg hava fingið frá Maskinmeistarafelagnum.
? Eg havi ikki ringt til nakran, og eg veit ikki um nakran annan í felagnum, sum hevur gjørt hetta, sigur formaðurin, sum leggur afturat, at hesar ákærur frá Fiskimálaráðnum eru sera grovar.
Hann sigur, at tað einasta, sum upplýsingarnar møguliga kundu verið nýttar til, er at ringja til umsøkjararnar og greiða teimum frá støðuni, so at teir møguliga skilja málið betur.
? Vit ivaðust annars ikki í, at vit fóru at fáa nøvnini á umsøkjarunum, sigur Jógvan Nybo.
Teir fara tó so nakkalangir úr Fiskimálaráðnum, tí Jacob Vestergaard vil ikki upplýsa nøvnini.
Nevndin í Maskinmeistarafelagnum fer nú at hava fund um málið og gera av, hvat gerast skal víðari í málinum.