Maskinmeistarar eru eftirspurdir

- Valið at taka eina maskinmeistaraútbúgving er eitt sera gott val, sum gevur hin besta pallin at standa á, heldur Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri á Vinnuháskúlanum. Á aðalfundi hjá Maskinmeistarafelagnum leygardagin var stjórin á Vinnuháskúlanum, Hans Jóhannes á Brúgv, gestarøðari.

Hann segði, at í dag eru tilsamans 254 lesandi á skúlanum. Av hesum eru 110, sum lesa til maskinmeistara og 24, sum lesa til maskinist.

Hans Jóhannes á Brúgv segði, at seinastu árini hava fleiri reiðarí verið á skúlanum fyri endapróvtøkuna, eins og setanarsamrøður hava verið próvhandanardagin hjá næmingunum.

- Hetta skapar álit og stoltleika um fakið og vísir, at limirnir í Maskinmeistarafelagnum hava eina eftirspurda útbúgving, segði hann.

Stjórin á Vinnuháskúlanum vísti á, at nógv hevur verið at hoyrt um, at tey størru donsku reiðaríini hava sagt upp yvirmenn fyri síðan at seta fólk úr øðrum tjóðskapi umborð.

- Men her er longu broyting við at koma í, slegði Hans Jóhannes á Brúgv fast.

Hann segði, at stór reiðaríir hava í februar í ár sett seg í samband við Vinnuháskúlan.

- Tey ynskja at fáa fatur á teimum, sum fingu prógv á jólum, og eisini ynskja reiðaríini at tosa við tey, sum eftir ætlan fáa prógv í juni í ár, segði hann.

Hans Jóhannes á Brúgv helt, at valið at taka eina maskinmeistaraútbúgving er eitt sera gott val, sum gevur hin besta pallin at standa á.

- Tit eru faktiskt gullfiskar, sum øll vinnan í heiminum ynskir at fáa fatur á, segði stjórin á Vinnuháskúlanum á aðalfundi í Maskinmeistarafelagnum leygardagin.