Í dag og í morgin hevur NMF, Nordisk Maskinbefälsförbund, fund í Stavanger í Noregi. Fyri Maskinmeistarafelagið luttaka formaðurin, Páll Hansen og skrivstovuleiðari felagsins, Sjúrður Heinesen.
Hin 31. oktober varð fundur hildin hjá 3F í Keypmannahavn. Tað var Altjóða Flutningsarbeiðarafelagsskapurin, ITF, sum skipaði fyri fundinum, ið snúði seg um, hvussu gongdin er viðvíkjandi føroysku altjóða skipaskránni, FAS.
Vegna Faroese Maritime Unions luttóku Eyðstein Djurhuus, Ólavur Gunnarsson og Sjúrður Heinesen.