Løgmaður og varaløgmaður lata maskurnar falla í háaktuellum filmi, sum fer inn undir húðina á teimum báðum høvuðspersónunum í føroyskum politikki í løtuni Í filminum ?Fimm dagar fyri valdið? fylgja upptøkulið hjá Kringvarpinum Jóannesi Eidesgaard og Høgna Hoydal frá morgni til myrkurs fimm teir seinastu dagarnar upp til løgtingsvalið í januar mánaða.
Endamálið við filminum er at geva eina lýsing av tveimum persónum, sum hava spælt ein høvuðsleiklut í føroyskum politikki seinastu 10 árini.
Við valstríðnum í januar mánaða sum karmi, kemur filmurin hartil á sera spennandi hátt at lýsa tveir persónar, sum hvør sær stríðast fyri at fáa politiska valdið.
Og upptøkutólið fer tætt at, heilt inn til sjálvar strategifundirnar, har slagið um seinastu atkvøðurnar bleiv lagt til rættis, og trýstið á teir báðar høvuðspersónarnar var av tí mesta
- Tí verður filmurin eisini ein lýsing av, hvussu teir báðir handfara stressandi og kreppulíknandi støður, har tað ikki slepst undan, at maskurnar falla onkra løtu, sigur Ivan Niclasen, redaktørur.
Hóast onki beinleiðis samband er millum filmin og orrustuna júst nú millum løgmann og varaløgmann, kann filmurin verða ein áhugaverd perspektivering av stríðnum, heldur Ivan Nicalsen.
- Her hava vit í øllum førum ein film, sum fer væl og virðiliga aftur um almennu myndina av tveimum persónum og politikarum, sum í dag standa púra steyrrættir yvir av hvørjumøðrum, sigur Ivan Niclasen, sum sannar, at stríðið millum løgamann og varaløgmann hevur gjørt filmin meir aktuellan, enn nakar kundi væntað.
Filmurin verður vístur í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið klokkan 19.30