Tætta kappingin millum McLaren og Ferrari helt fram til síðstu løtu, tá allir teir fýra fremstu royndu at gera sítt besta fyri at koyra eitt síðsta skjótt umfar. Tað var sera tætt ímillum teir á breytini í seinasta umfarið, fyrstur fór Räikkönen um málstrikuna í skjótastu tíðini higartil, fá sekund seinni koyrdi Alonso um málstrikuna eitt vet skjótari enn Räikkönen, síðan kom Hamilton um málstrikuna, men megnaði ikki at avbjóða hinar 3 fremstu, men sekund seinni vísti Massa, hvar skápið skal standa, og setti skjótasta umfar av øllum í hesi sera spennandi tíðarkoyring.
Raðfylgjan í byrjanini í morgin verður hendan:
1 Felipe Massa - Ferrari
2 Fernando Alonso - McLaren-Mercedes
3 Kimi Räikkönen - Ferrari
4 Lewis Hamilton - McLaren-Mercedes
5 Nick Heidfeld - BMW
6 Nico Rosberg - Williams-Toyota
7 Robert Kubica - BMW
8 Jarno Trulli - Toyota
9 Ralf Schumacher - Toyota
10 Mark Webber - Red Bull-Renault
11 Heikki Kovalainen - Renault
12 Giancarlo Fisichella - Renault
13 David Coulthard - Red Bull-Renault
14 Takuma Sato - Super Aguri-Honda
15 Jenson Button - Honda
16 Vitantonio Liuzzi - STR-Ferrari
17 Scott Speed - STR-Ferrari
18 Anthony Davidson - Super Aguri-Honda
19 Rubens Barrichello - Honda
20 Alexander Wurz - Williams-Toyota
21 Christijan Albers - Spyker-Ferrari
22 Adrian Sutil - Spyker - Ferrari