Mong eru tey, ið av og á leggja ein pakka av Matador-góðgæti í vognin, tá keypt verður inn.
Kanska hava ikki øll givið sær far um matadorin, tarvafiktarin, á pakkanum.
Og nú er um at vera ov seint, tí nú hvørvur hann.
Tarvafiktarin verður ikki longur at síggja á góðgætispakkunum, og onnur, og meira hóskandi mynd er funnin, sigur framleiðarin.
Tað er Haribo,mið framleiðir, og sum kemur við hesum boðum í samband við fyrireikingar til, at Matador Mix, sum tað eisini verður nevnt, brátt hevur 40 ár á baki.
Komið verður ikki nærri inn á orsøkirnar til broytingina, annað enn at Matador hóskar til eina hugnaliga stund, og tí er ein meira hóskandi, ella sigandi, mynd funnin at seta á góðgætispakkarnar.