Sum støðan er í løtuni, er stórur ymisleiki og ymiskir møguleikar í matarløtum og matarskipanum á barna- og ungdóms økinum í Tórshavnar kommunu. Tað eru stovnar, ið ongan møguleika hava, at bjóða brúkarunum fjølbroyttan mat, meðan aðrir stovnar hava góðar møguleikar til tað. Hetta er ikki javnbjóðis tænasta, ið vit bjóða okkara borgarum.
Á skúlaøkinum hoyrist javnan um skúlar, ið eru bygdir seinastu árini, sum eru gjørdir, at hava møguleika at hava kantinu, og har bjóða næmingunum mat; eisini vita vit um skúlar, ið ikki hava hendan møguleikan. Hetta er ikki javnbjóðis tænasta, ið vit bjóða okkara borgarum.
Vit skulu hava meira vistfrøði og meira heimavelt inn á stovnarnar og skúlarnar. Vit skulu arbeiða miðvíst, og við umhugsni, gera eina felags skipan í Tórshavnar kommunu, har øll á barna- og ungdóms økinum, umframt á skúlaøkinum, hava møguleika at fáa bjóða heilsugóðan og fjølbroyttan mat. Hetta er javnbjóðis tænasta, og tað skulu vit bjóða okkara borgarum.
Matarskipanin skal verða galdandi í allari kommununi – eisini uttan fyri postnummar 100.
Bjarni Beder, valevni fyri Javnaðarflokkin á býráðsvalinum 2020
Bjarni Beder,
valevni fyri Javnaðarflokkin á býráðsvalinum 2020