Hvar og hvussu plagar landsstýrismaðurin, Helgi Abrahamsen, at halda gamlaárskvøld?
- Veðrið hevur sjálvsagt nógv at siga. Er veðrið gott, eri eg meira uttandura, men er tað ringt, eri eg meira inni. Men, eg plagi altíð at lurta eftir nýggjársrøðunum hjá drotningini og løgmanni. Eg plagi eisini at hyggja eitt sindur eftir sjónvarpssendingum um árið sum fer. Eitt sindur av fýrverki plagi eg eisini at senda saman við familjuni.
Helgi Abrahamsen sigur, at ein fastur táttur seinastu nógvu árini hevur verið, at hann bakar eina rúgvu av pannukøkum, sum familja og vinir koma inn at fáa sær.
- Beint eftir midnátt gamlaárskvøld plagar kommunan at bjóða suppu í Bygdarhúsinum, og har plagar eisini at vera felagssangur og annað. Eg plagi ofta at spæla á harmoniku til felagssangin, og í ár varð eg eisini biðin at halda eina røðu, tí tann, sum skuldi halda røðuna, hevði givið avboð.
Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019?
- Øll ár hava bæði viðgongd og mótgond at bjóða, og soleiðis hevur eisini verið hjá mær, men sum heild eri eg væl nøgdur við farna ár. Vit høvdu bæði fólkatingsval og løgtingsval, sum gingu sera væl, og eg endaði eisini í landsstýrinum. Tað eri eg væl nøgdur við.
Helgi Abrahamsen vísir á, at lívið eisini hevur lært hann, at tað eisini kann vera gott, um alt ikki gongst júst eftir vild.
- Fyri fýra árum síðan fall eg á løgtingsvalinum, og hóast tað var keðiligt tá, so lótust aðrar spennandi hurðar upp. Tað eru hóast alt onnur virði í lívinum, sum hava størri týdning enn tað at fáa alt, sum vit ynskja okkum. Eg haldi ikki, at nakað í farna ári hevur gingið beinleiðis illa hjá mær, ásannar landsstýrismaðurin.
Hvørjar eru tínar vónir og ætlanir fyri 2020?
- Sum landsstýrismaður havi eg sett mær nøkur mál fyri tað komandi árið, og eg vóni sjálvsagt, at tað fer at gangast væl við teimum málsetningunum.
Helgi Abrahamsen vónar sjálvsagt eisini, at tað fer at gangast hansara næstringum og annars øllum føroyingum væl.
- Eg vóni, at Føroyar framvegis vera eitt samfelag, sum byggir á kristnu virðini, og at nøgdsemi fær størri pláss í fólkinum. Eg haldi, at materialisman fyllir ov nógv í løtuni, og at onnur týðandi virði hava hug at hvørva í allari vælferðini. Eg hevði einki havt ímóti, at vit øll hugsaðu meira um onnur virði og minni um tað materiella.
Hevur tú givið eitt nýggjárslyfti?
- Nei. Nýggjárslyfti snúgva seg oftast um at leggja óvanar av, og tað haldi eg, vit kunnu gera hvønn dag í árinum - og ikki bara á nýggjárinum, sigur Helgi Abrahamsen.