Matiné í trimum kirkjum í dag

Í dag fara Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg at spæla til matiné í trimum kirkjum.

Í dag fara Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg at spæla til matiné í trimum kirkjum.

 

Monika Stauss Joensen spælir violin og Birgitte Schnakenburg klaver. Tær byrja í Klaksvík, í Christianskirkjuni, klokkan 11.

 

Klokkan 16 verða tær í Fuglafjarðar kirkju og klokkan 19:30 verða tær í Glyvrar kirkju.

 

Tær boðar bjóða til tríggjar serstakar konsertir:

 

Birgitte og Monika hava hetta árið fingið bjóðað fleiri spennandi konsertuppgávur uttanlands, men ynskja at byrja teirra virksemi í 2015 á »heimavølli« í Føroyum.

 

Konsertløturnar verða ein góðan hálvan tíma og er lættur klassiskur tónleikur, sum hóskar til byrjan av nýggja árinum.

 

– Hetta kann síggjast sum ein opin møguleiki at unna sær eina lítla fríløtu og njóta tað við vøkrum tónleiki og at stytta myrkan januar-mánaðin. Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg fara at framføra løg eftir Dvorák, Léhar og Kreisler, skrivar folkakirkjan.fo

 

Tað er frí atgong til alla konsertirnar.