Matsølubúðirnar hava ruddingarskyldu

Verkfallið hevur við sær, at nógv rusk sløðist í gøtunum. Tórshavnar kommuna minnir tí á, at matsølubúðirnar hava ruddingarskyldu

 

Tað er altíð ábyrgdin hjá sølubúðunum at halda økið rundan um sølustaðið ruddiligt og reint. Alt rusk, so sum pitsabakkar, pappír, fløskur, plastgløs og annað tílíkt skal takast upp. Sølustaðið skal harumframt hava ruskstativ uttanfyri, soleiðis at viðskiftafólk sleppa av við ruskið.

 

Galdandi treytirnar eru at finna í §1 og §8 í kunngerðini um umhvørvisreglur og í §20 og 21 í reglugerðini fyri leysar sølubúðir og hissini søluloyvir í Tórshavnar kommunu.

 

Kunngerð um umhvørvisreglur (logir.fo)

 

Reglugerð fyri leysar sølubúðir og hissini søluloyvir