– Hetta verður av fleiri mett sum eitt upplagt høvi at royna ymsar matstovur og sum ein góð orsøk at fara út til ein betri bita, har øll kunnu vera við, sigur Sonja Johannesen, samskipari av Matstovudøgunum.
Bíleggingarskipanin letur upp 30. januar kl. 12.00
Matstovudagarnir verða tó longu skotnir í gongd hósdagin 30. januar kl. 12, tá bíleggingarskipanin til tær ymsu matstovurnar lata upp.
– Tað er eitt gott hugskot at sita til reiðar við knøttarnar, tá bíleggingarskipanin letur upp, tí tað gongur skjótt við bíleggingunum, serliga til vikuskiftini, sigur Sonja og heldur fram.
##med2##
– Í ár fellur Valentin dagurin, sum er fríggjadagin 14. februar, við Matstovudøgunum, og síggja vit, at hetta er ein dagur, sum fleiri og fleiri taka til sín og nýta sum eitt gott høvi at bjóða makanum út til ein betri bita, greiðir Sonja frá.
Spurd hvussu tú skalt gera, um tú vilt royna eina ella fleiri matstovur, sigur hon, at tú fert inn á heimasíðuna matstovudagar.fo, velur ta matstovuna, tú vilt royna og trýstir á bíleggingarknøttin og velur nær tú vilt hava eitt borð, og til hvussu nógv, so tað er lætt og ómakaleyst.
##med3##
Sonja Johannesen leggur afturat, at tað ber til at síggja allar matskráirnar á heimasíðuni, og eru ivamál við eini bílegging, so er bara at venda sær til tí ávísu matstovuna, tú hevur bílagt frá.