Nýggja kanningin um viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum snýr seg í stóran mun um útlendingar, sum arbeiða í byggivinnuni.
Men kanningin varpar eisini ljós á arbeiðsviðurskiftini í hotel- og matstovuvinnuni.
Ferðavinnan í Føroyum veksur í hvørjum, og við tí økist eftirspurningurin eftir hotellum og matstovum. Tørvurin á starvsfólki er tí eisini stórur.
Sambært kanningini eru tað serliga viðurskiftini hjá smærru aktørunum í landinum, sum eru óskipað. Her er talan um privat vinnurekandi, sum eiga matstovu, skeinkistað ella gistingarhús.
Les eisini: Løgmaður: Hetta er ikki nóg gott
Stórur partur av teimum, sum arbeiða í hotel- og matstovuvinnuni, eru ung fólk, sum ikki altíð kenna síni rættindi og hætta sær ikki at siga frá, tá arbeiðsviðurskiftini ikki eru til lítar.
Fekk onga frítíðarløn
Ein tilburður, sum kemur fram í kanningini, er um ein 15 ára gamlan drong, sum hevði arbeitt í eitt ár sum uppvaskari á einari matstovu í Havn. Sambært dronginum var tímalønin til vildar. Men tá frítíðarlønin skuldi gjaldast út, fekk hann ongar pengar. Arbeiðsgevarin lat vera við at gjalda lógarkravdu frítíðarlønina og spærdi sær sostatt tann partin av lønarútreiðslunum. 15 ára gamli drongurin misti 2000 krónur í frítíðarløn.
Hóast foreldrini at dronginum gjørdu stjóran á matstovuni vahugan við trupulleikan, varð einki gjørt við trupulleikan.
Forledrini vendur sær til TAKS og løgregluna, men myndugleikarnir søgdu seg einki kunna gera við málið.
Eftir var bert at stevna arbeiðsgevaran og fara í rættin við málinum, men tað valdu foreldrini og sonurin ikki at gera.
Varð biðin um at skeinkja fyri gestunum
Eitt annað dømi í kanningini er um eina 15 ára gamlari gentu, sum í fjør tók nakrar fáar vaktir á einari matstovu í Havn.
Hóast sín unga aldur, fekk gentan bjóðað somu løn, sum tey, sum vóru 18 ár og eldri. Hetta var ein góður møguleiki hjá gentuni at vinna sær pening. Lønin var 120 krónur um tíman. Hon varð goldin svart og uttan feriuløn.
Men gentan gavst skjótt at arbeiða á matstovuni. Av tí at so fá starvsfólk vóru til arbeiðis, varð 15 ára gentan biðin um at gera arbeiði, sum hon ikki hevði lógligan aldur til at gera.
Millum annað varð hon biðin um at skeinkja rúsdrekka fyri gestunum á matstovuni, sum er brot á matstovulógina. Harafturat royktu hini starvsfólkini, millum teirra sjálvur stjórin, í køkinum, hóast roykilógin bannar royking á mastovum.
Gentan fekk ongantíð løn fyri sítt arbeiði. Hon gjørdi einki við sakina.
Les eisini: - Eingin føroyingur hevði góðtikið hetta