Matstovurnar kring landið skulu hava størri avsláttur í Rúsuni. Tað sæst í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum er lagt fyri Løgtingið.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at matstovinnan hevur tað tungt og tískil er tað neyðugt at hon fær lagaligari sømdir. Tað eru serliga lønarútreiðslurnar, sum tyngja vinnuna, og tað er ein orsøk til, at inntøkugrundarlagið er ov vánaligt, leggur landsstýrismaðurin afturat.
Sum er nú, fáa matstovurnar ein avsláttur í Rúsuni upp á eini trý, fýra prosent, men næsta ár verður avslátturin hækkaðir upp í eini níggju ella 10 prosent.
Løgtingið krevur, at Rúsan skal hava eitt ávíst yvirskot hvørt ár. Í ár er kravið at avlopið skal vera góðar 16,8 milliónir krónur.
– Rúsan hevur bara ein veg at fara eftir hesum avlopinum, og tað er hjá viðskiftafólkunum. Tí verður avlopskravið lækkað 800.000 krónur næsta ár, og hendan upphæddin skal so brúkast til at geva matstovunum ein størri avsláttur næsta ár, sigur Poul Michelsen.
Hann leggur afurat, at avslátturin er mest ætlaður til vín, tí Rúsan hevur einkarrætt upp á at selja vín, men at tað er kapping um at selja øl.