Matstovuvinnan bundin niður av lógarforðingum

Tað snýr seg ikki um at geva matstovuvinnuni møguleikar fyri at spara nakrar krónur í meirvirðisgjaldi upp á kinakál. Tað snýr seg um at geva vinnuni nakrar virðiliga og dagførdar karmar at virka undir. –Politikararnir kunnu passandi byrja við at loyva heilsølum at innflyta vín og aðrar drykkivørur við alkoholi fyri kundar við skeinkiloyvi. Síðani kunnu teir undir skipaðum viðurskiftum loyva lýsingum við drykkivørur, sigur Jóhannes Jensen, stjóri fyri Hotel Føroyar samtakinum

-Kundarnir í Føroyum fáa í nógvum førum ein skeiva fatan av, hvat tað er vit fáast við, eins og einkarrætturin í sambandi við keyp av víni, øli og sterkari rúsdrekka køvir allan dynamikk á økinum.

Jóhannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyar samtakinum, sum umframt Hotel Føroyar eisini umfatar Hotel Tórshavn, Kerjalon, Hvonn, Café Vágsbotn og Borðkrókin í Norðurlandahúsinum, er ørkymlaður. Nú tosað hevur verið um umstøðurnar hjá matstovuvinnuni, hevur millum annað verið ført fram, at matstovurnar áttu at sloppið bíligari í meirvirðisgjaldi, eins og tær áttu at sloppið bíligari, tá tær keyptu í Rúsdrekkasølu Landsins.

Tað, at matstovur skulu sleppa bíligari í innkeypi, ljóðar sjálvsagt gott í oyrunum hjá Jóhannesi Jensen, men hann ivast stórliga í, um nakrar spardar meirvirðiskrónur upp á kinakál, fara at bjarga støðuni, eins og serprísir í Rúsuni heldur ikki eru vegurin fram.

-Tá tú byrjar í hesi vinnu, veitst tú hvørjar fíggjarligu treytirnar við eitt nú meirvirðisgjaldi eru, men at tú skalt vera bundin av einum einstøkum almennum innflytara av víni, útlendskum øli og spiritusi, líkist ongum, eins og tað er upp á tíðina, at vit sleppa at fortelja almenninginum, hvat tað er vit selja, sigur Jóhannes Jensen,og sipar til lógarforboðið í sambandi við lýsingum við drykkivørum við alkoholi.

 

HEILSØLURNAR SKULU SELJA

Sum er, er tað ein almenn fyritøka – Rúsdrekkasøla Landsins – ið tekur sær av øllum innflutningi av drykkivørum við alkoholi. Ja, í veruleikanum er tað ein persónur, nevniliga innkeypsleiðarin í Rúsuni, ið hevur ábyrgdina av, at kræsnir føroyskir gómar sleppa at smakka tað vín, sum er best fyri teir. Hetta er ein alt ov stór ábyrgd at lata einum persóni, heldur Jóhannes Jensen.

-Eg ivist ikki í, at tey í Rúsuni royna at gera sítt besta, men alheims vínmarknaðurin er risastórur, og tað vildi tí verið ógvuliga natúrligt, um vit í vinnuni høvdu lættari atgongd til vørurnar, eins og eitt sindur av kapping heilt sikkurt hevði havt við sær, at vit fingu bæði betri og bíligari drykkivørur, sigur matstovu- og hotelstjórin.

Hann mælir tí til eina lógarbroyting, sum loyvir føroysku heilsølunum at innflyta rúsdrekka til føroyskar skeinkiloyvishavarar.

-Rúsan skal framvegis taka sær av innflutningi og sølu til vanliga borgaran, meðan heilsølurnar skulu sleppa at bjóða matstovum og øðrum við skeinkiloyvi vørur, eins og tá talan t.d. er um tær rávørur, sum vit brúka í framleiðsluni hjá okkum, sigur Jóhannes Jensen.

Tað er neyðugt at hava virðing fyri rúsandi løgi, men tá tað er sagt, so er vín, øl og spiritus eftirhondini ein so útbreiddur og vanligur partur av matstovuvinnuni, at eitt monopol á innflutningsøkinum svarar til, at ein almenn fyritøka var tann einasta, sum slapp at innflyta eplir.

 

DRYKKIVØRUR EIN LÍTIL HELVT

At drykkivørurnar eru ein fíggjarliga týdningarmikil partur av virkseminum hjá teimum, ið fáast við at reka matstovu, tala tølini fyri. Jóhannes Jensen sigur, at tað ikki er óvanligt í øðrum londum, at helvtin av umsetninginum hjá eini matstovu, kemur frá víni og øðrum drykkivørum. Í Føroyum er eitt sindur ymisk, hvussu lutfallið er, men tær royndir, sum tey í Hotel Føroyar samtakinum hava gjørt sær, vísa at 40 prosent at inntøkunum á matstovum teirra, koma frá drykkivørum.

-Tí er tað sera umráðandi, at vit sleppa at bjóða okkara kundum tað besta og mest fjølbroytta, og tað gera vit ikki, so leingi, sum ein einstøk almenn fyritøka hevur einkarætt til søluna, sigur Jóhannes Jensen.

 

LÝSA VIÐ HELVTINI AV VØRUNI

Sum er, ber ikki til lýsa við nøkrum, sum hevur eitt innihald av alkoholi, ið er yvir eitt prosent ella har á leið. Sjálvt um hugflogið er stórt, og orð sum “biiib” verða brúkt, har tað skal standa øl, vín ella eitt nú whiskey, so er tað als ikki loyvt at lýsa við rúsandi løgi. At myndugleikarnir taka lógini í størsta álvara, er millum annað staðfest fyri ikki so langari tíð síðani, tá Hotel Føroyar saman við øðrum varð dømt í einum máli um eitt tiltak, har drykkivørurnar høvdu ein stóran leiklut.

So seint sum í farnu viku sást ein lýsing frá einari fyritøku, sum skipar fyri skeiðum og ráðstevnum, har orðið “biiip-smakking” bleiv nevnt, eftir at skrivað varð, at m.a. bispur skuldi hava eitt innlegg.

Jóhannes Jensen vísir á, at matstovurnar ofta hava bæði matskrá og vínskrá, og at tað seinnu árini er tað vorðið rættiliga vælumtókt at keypa sær eina samlaða menu, har matstovan setir saman mat og vín.

-Tá hava vit eina støðu, har vínið er ein partur av upplivingini, men vit sleppa ikki alment at siga fólki, hvat tað er fyri ein vøra, vit vilja bjóða teimum, vísir Jóhannes Jensen á.

Aftur her ber til at samanbera við onnur handilslig viðurskifti, og svarar tað til, at ein bilsøla bert slapp at lýsa við felgum og ikki dekkum.

Jóhannes Jensen veit, at lýsingar og alkohol krevja, at mann er varðin, men hann metir, at forboðið fyri at lýsa við drykkivørum er búgvið til at verða endurskoðað.

-Tað kann gott vera, at vit eiga at upplýsa um vandan fyri ovurnýtslu av alkoholi í sambandi við slíkar lýsingar - ein lítil tekstur skuldi kanska fylgt við slíkari lýsing, eins og vit síggja á sigarettpakkum – men vandin fyri misbrúki hjá nøkrum heilt fáum, eigur ikki at forða okkum í at koma víðari, sigur Jóhannes Jensen og vísir á, at yngri ættarlið hava eitt meira natúrligt samband við mat og drykkivørur, og at tað ikki er forboð omaná forboð, sum er orsøkin til tað.

 

--

 

FAKTA

Drykkivørur eru ein týdningarmikil inntøkukelda hjá føroyskum matstovum. Uppteljingar hjá Hotel Føroyum samtakinum vísa, at 40 prosent av inntøkunum á matstovum tess, stava frá drykkivørum.