Matthew McConaughey giftur

Helst eru tær nógvar, sum hava droymt um hesa Hollywood stjørnuna, sum nú er blivin giftur. Matthew McConaughey er 42 ár, og er nú giftur við 29 ára gomlu modellini Camila Alves.

 

Hann hevur verið saman við henni í seks á, og tey eiga tvey børn saman. Vida, sum er tvey ár, og fýra ára gamla Levi.

Parið varð sambært amerikonsku heimasíðuni People gift leygarkvøldið. Talan var um eina lítla vígslu í Texas, Usa.

 

Matthew McConaughey hevur spælt í fleiri stórum Hollywood filmum. Eitt nú hevur hann spælt í The Wedding Planner saman við Jennifer Aniston, í How to Lose a Guy in 10 Days, Failure to Launch, Ghosts of Girlfriends Past, Tropic Thunder, The Lincoln Lawyer, Sahara og Fool’s Gold. Hann hevur áður verið saman við kvinnum sum Penelope Cruz og Sandra Bullock. Í 2005 varð hann kosin heimsins lekrast maður av People Magazine.

 

Hetta veit heimasíðan hjá BT í dag.