Í gjárkvøldið hevði Vága tónleikarafelag aðalfund. Fundurin varð hildin á Loftagrund í Sandavági, har hølið hjá Vága tónleikarafelag er.
Á aðalfundinum stóðu tveir nevndarlimir fyri vali. Tað vóru formaðurin og næstformaðurin. Jeffri Jørgensen, sum hevur verið formaður seinasta árið, takkaði fyri seg og stillaði ikki upp aftur og Jens Rasmussen ynskti at trekkja seg aftur úr aðalnevndini til at verða tiltakslimur.
Fyri teir vóru Sára Allansdóttir Joensen og Óli Steinberg Poulsen vald í aðalnevndina, og er nevndin nú mannað við Jákup Gardar Joensen, Matthias Kjølbro, Sáru Allansdóttir Joensen og Óli Steinberg Poulsen. Tiltaks limir eru Jens Rasmussen og Bjartur Thomsen.
Nevndin skipaði seg síðani soleiðis, at Matthias Kjølbro gjørdis formaður, Óli Steinberg Poulsen næstformaður, Sára Allansdóttir Joensen skrivari og Jákup Gardar Joensen sum kassameistari.
Endamál felagsins er at menna tónleikaliga umhvørvið í Vágum, við at økja um áhugan fyri at byrja at spæla, og at tey ið fáast við tónleik verða eggjað til at halda áfram og at mennast til gleði fyri øll ið virðismeta tónleik. Eins og at tónleikarar og áhoyrarar fáa høvi at hittast og samvirka við at stuðla, eggja og hjálpa hvørjum øðrum. Virksemið í felagnum er voksið á hvørjum árið og síðsta árið hevur verið nógvur aktivitetur við bæði smærri og størri konsertum.