Í nátt fekk løgreglan boð um, at ein maður var vorðin heilt dansiterandi svakur inni í einum prívathúsum, har hann var og vitjaði hjá nøkrum eldri fólkum.
Løgreglan kom á staðið og roynda at tosa mannin til rættis, men hann varð hvørki til at høgga ella stinga í.
Úrslitið var, at løgreglan mátti taka hann og bera hann út í løgreglubilin, og síðani varð hann koyrdur í varðhaldið í Klaksvík.
Hann var so óður, at løgreglufólki máttu halda honum í bilinum til Klaksvíkar, so at hann ikki elvdi til skaða á seg sjálvan, ella løgreglufólkini. Hann varð settur í varðhaldið í Klaksvík, har hann síðani hevur sovið rúsin av sær.
Men tað krevur kanska eisini eitt sindur av svøvni, tí løgreglan sigur, at hann var dýrandi fullur.
Hann hevði eina promillum upp á næstan trý, og tað skal ikki nógv afturar, áðrenn ein av álvara fer í lívsvanda.
Løgreglan sigur, at tá ið hann er kólnaður aftur, og nøkunlunda edrúur, verður hann leyslatin aftur.