Mátti bjarga manni úr fjøllunum í gjár

Bjargingarliðið brúkti nýmótans tøkni fyri at finna hann

Á miðdegi í gjár varð ringt til løgregluna at biðja um hjálp. Talan var um ein mann, sum var farin ein túr í fjøllini í Kunoy, men sum hevði gingið seg í óføri og slapp ikki oman aftur. Hesa ferð var kortini ikki talan um ein útlendskan ferðamann, sum hevði gingið seg fastan , men um ein føroying.

 

Løgreglan sendi boð eftir bjargingarliðnum og tey sendu eina dronu avstað at leita eftir manninum. Ein tíma seinni varð maðurin funnin og so vórðu tveir staðkendir mans í hagan til hansara, og vístu honum vegin oman aftur í bygdina, so hann kom aftir í øllum góðum.

 

Løgreglan sigur, at tá ið fólk fara í fjøllini, har tey ikki eru staðkend, eru tað hyggjuráðini at spyrja seg fyri hjá teimum, sum kenna til viðurskiftini, men ikki minst eru tað hyggjuráðini at fylgja teimum leiðbeiningum ein fær.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt.Seinnapartin í gjárð varð ringt at melda, at ein hundur gekk leysur og var herjaður á eit hønuhús. Ein høna lá eftiri á, áðrenn tann, sum átti tær, fekk fatur á hundinum. Hundaeigarin er nú skuldsettur fyri at lata hundin ganga leysan og helst skal hann eisini av við endurgjaldi fyri hønuna, hundurin beindi fyri.