Mátti flýggja úr Iran

Massoud Fouroozandeh greiddi í morgunsendingini á Rás 2 frá lívi sínum.

Føroyska Bíbliufelagið fær vitjan av einum flótta og fyrrverandi muslimur úr Iran, sum nú er valkirkjuprestur í donsku fólkakirkjuni.



Í sambandi við aðalfundin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum verður 12. mars í Kelduni í Skálafirði, hevur Bíbliufelagið boðið Massoud Fouroozandeh til Føroya at hava fyrilestur.

 

Massoud er føddur í Teheran í Iran í 1970 og er fyrrverandi muslimur. Sum blaðungur drongur flýddi hann úr Iran eftir kurdisku fjøllunum, skaddur og á tveimum høkjum, til Turkalands og víðari til Danmarkar, har hann gjørdist kristin og fór at lesa gudfrøði.

 

Í sambandi við aðalfundin hjá Bíbliufelagnum, verður almennur fyrilestur í Kelduni í Skálafirði hóskvøldi 12. mars kl. 20.00, har Massoud Fouroozandeh fer at tala um evnið: "Mín leið frá Islam til Kristus." Høvi verður eisini at seta Massoud spurningar.