Mattias helt málið reint hjá Fredericia

Fredericia fekk eitt stig við sær, og hevur tryggjað sær pláss í ovara endaspælinum

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Fredericia leiktu í dag dyst á útivølli móti Næstved í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Hetta er aðru ferð í trimum dystum, at Mattias heldur málið hjá Fredericia reint.

 

Mattias hevði tríggjar bjargingar í dystinum. 

 

Fredericia hevur 34 stig á fjórða plássinum í deildini, og teir hava tryggjað sær pláss í ovara endaspælinum.

 

Komandi leygardag klokkan 12 hevur Fredericia dyst á heimavølli móti HB Køge, ið er triðaftast í deildini við 17 stigum.

 

Aftaná dystin móti HB Køge byrjar ovara endaspælið.