Mattias og liðfelagarnir fingu bank í Silkeborg

FC Fredericia fekk av at vita og tapti heili 1-6 í fyrru hálvfinaluni í donsku steypakappingini

Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Tað skuldi vera størsta upplivingin á árinum hjá landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge og liðfeløgunum í FC Fredericia at spæla fyrru hálvfinaluna á útivølli móti superliga-liðnum, Silkeborg. Men tað bleiv ein marrudystur.

 

Silkeborg, ið hevur tapt fimm dystir á rað í donsku superliguni vísti onga náði og vann stórsigur 6-1 á Fredericia. Í steðginum var støðan 3-0. Longu aftaná 24 minuttir var heimaliðið á odda 3-0.

 

Mattias gjørdi brotsspark við støðuna, ið førdi til 6-1 málið, og hann kundi komið betri út við støðuna tá Silkeborg skoraði til 4-0 aftaná hornaspark. Mattias fekk ikki nógva hjálp frá verjuni tá álopið hjá Silkeborg hamraði bóltarnar í kassan. Tað var serliga sjónligt tá Silkeborg skoraði til 1-0 og 2-0, at menn sluppu nærum ótarnaðir at skjóta. Frásøgumennirnir hjá TV3+ hildu, at Mattias átti at gjørt tað betur við 1-0 málið, men skotið hjá íslendska Stefáni Teiti Þórðarsyni var dundurhart. 

 

Tað var ein stórur kollektivur niðurtúrur hjá Fredericia, ið neyvan klárar at venda samlaða hálvfinaluúrslitinum í seinnu hálvfinaluni á heimavølli 11. apríl.

 

600 fjepparar hjá Fredericia løgdu leiðina til Silkeborg fyri at stuðla liðnum. Tað vóru 5.812 áskoðarar til dystin.

 

Í hinari hálvfinaluni vann AGF á útivølli 3-2 á FC Nordsjælland, so har er spenningur um samlaða úrslitið. 

 

Silkeborg IF-FC Fredericia 6-1 (3-0) - Fyrra hálvfinalan í donsku steypakappingini

 

1-0 Stefán Teitur Þórðarson (15.),

 

2-0 Tonni Adamsen (19.),

 

3-0 Stefán Teitur Þórðarson (24.),

 

4-0 Pelle Mattsson (49.),

 

4-1 Frederik Carstensen (52.),

 

5-1 Tonni Adamsen, br. (63.),

 

6-1 Tonni Adamsen, br. (69.)

 

 

 

Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix