Tað er altíð keðiligt at tapa, og serliga at tapa stórt, men ringast er at tapa stórt í einari grannauppgerð.
Í dag vóru landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia fyri stórtapi 0-4 á útivølli móti grannunum, Kolding í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Longu aftaná tríggjar minuttir legði Kolding seg á odda. Tá 66 minuttir vóru leiktir økti Kolding til 2-0, og 15 minuttir seinni var støðan 4-0.
Sambært Fredericia Dagblad gjørdi Mattias ein stóran brølara við 3-0 málið, tá hann sparkaði bóltin á Patrick Tjørnelund, ið tók av og skoraði til 3-0. Fredericia Dagblad staðfestir tó, at tað vóru mistøk hjá verjuleikarunum, ið vóru orsøkin til hini trý málini hjá Kolding. Fredericia Dagblad heldur, at FC Fredericia var eyðmýkt av Kolding, og tað smakkar illa í Fredericia.
Kolding IF-FC Fredericia 4-0 (1-0)
1-0 Asker Beck (3.), 2-0 Paul Ngongo (66.), 3-0 Patrick Tjørnelund (77.), 4-0 Christoffer Palm (81.).
Sambært hagtølunum hevði Mattias tvær bjargingar í dystinum. Kolding hevði seks royndir innanfyri málrammurnar, meðan Fredericia bara hevði tvær málroyndir innanfyri málrammurnar.
Fredericia er triðfremst í ovara endaspælinum við 38 stigum. Kolding er nummar fýra við 37 stigum. AaB er langt fremst við 54 stigum og Sønderjyske er næstfremst við 52 stigum. Tað er lítið at ivast í, at tað vera AaB og Sønderjyske sum flytta upp í superliguna.