Mattias Hellisdal, ið spælir við liðnum, Västerås í bestu svensku fótbóltsdeildini fekk spælitíð, tá Västerås í ársins fyrsta kappingardysti vann á útivølli 2-0 á AIK Stockholm.
Talan var um fyrsta dystin í innleiðandi bólki 7 í svensku steypakappingini. Hini bæði liðini í bólkinum eru BK Häcken og Oddevold.
Tá Mattias kom á vøllin í 88. minutti var støðan 2-0 til Västerås.
Seinasta korterið av fyrra hálvleiki syrgdu Taonsa Axel og Jonathan Ring fyri málunum hjá Västerås.
Komandi sunnudag klokkan 14 spælir Västerås dyst á útivølli móti Häcken.











