Beint eftir náttúrða í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum, har tveir bilar vóru uppi í. Í slíkum førum er tað føst mannagongd at steingja tunnilin og at senda løgreglu, sjúkrabil og sløkkilið á staðið, men tað spældi væl av.
Tað vísti seg, at annar bilurin, sum var við í óhappinum, var ein elbilur og tí vildi løgreglan ikki lata tunnilin upp aftur fyrr enn hann var fingin út. Løgreglan sigur, at eftir tí, tey hava fingið upplýst, er tað heldur skjótari at koma eldur í ein elbil enn aðrar bilar, og samstundis er tað ómetaliga ringt at sløkkja. Tí tók tað ein heilan tíma áðrenn tunnilin læt upp aftur. Hann varð stongdur klokkan 20.40 í gjárkvøldið og hann læt upp aftur kl. 21.37.
Orsøkin til ferðsluhappið var, at annar bilførarin ansaði ikk nóg væl eftir. Hann ansaði ikki eftir, at bilurin framman fyri bremsaði, ella setti ferðina niður, so hann rendir upp í reyvina á bilinum frammanfyri. Tá ið slík óhapp henda og tað elvir til skaða, er bótin 1.500 krónur, umframt at bilførarin fær klipp í koyrikortið, men tá ið staðið stendst av, kann koyrikortið hjá bilføraranum, sum ikki heldur fjarstøðuna, vera í vanda.