info
Ongi úrslit

Máttu taka hana úr sigling – av einum plastposa

Hetta er ein stórur trupulleiki, sum kostar nógvar pengar, sigur Strandferðslan

Áki Bertholdsen
19. mai 2022 kl. 14:41

Órudd og burturkast, sum liggur og rekur á sjónum, ella sum liggur á botni, er ein stórur trupulleiki fyri siglingina hjá Strandferðsluni. Tað sigur Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluna.  Hann sigur at í løtuni liggja tvær ferjur hjá Strandferðsluni, tí tær hava fingið brek av burturkasti á sjónum og á botni.

Týsdagin í farnu viku fekk Hasfjord dekkið av einum traktori um skrúvuna og skaðin varð so stórur, at hann mátti á skipasmiðju hjá Mest í Havn, har hann verður liggjandi í einar tvær vikur. Erla Kongsdóttir liggur eisini í løtuni og tað var eisini órudd á sjónum, sum beindi fyri henni. Hjá Erlu Kongsdóttir var tað nakað so lítisvert sum ein plastposi, ið lá og rak í sjónum, sum gjørdi, at hon mátti takast úr sigling. Ein plastposi, sum lá í sjónum, endaði í sjógv-inntakinum, so brek kom á kølingina. Erla Kongsdóttir er nú í dokk á Skála, har brekið verður umvælt. Vónandi verður hon klár í hesi vikuni.

Les eisini: Nógv órudd liggur og sløðist við botnin

Jóan Petur Abrahamsen sigur, at tað er javnan og savnan, at kavara mugu niður at skera av skrúvunum á strandfaraskipunum, tí tað er so nógv órudd í sjónum. Tað er øgiliga nógv órudd í at kalla øllum havnum. Bara hesa stuttu tíðina, Erla Kongsdóttir hevur verið í sigling, hava kavarar verið niðri einar sjey átta ferðir og tikið av skrúvuni, bæði nylon, gágguglúpar, línur frá gágguglúpum og annað, sum liggur í havnini í Nólsoy og aðrastaðni.

Hetta er ein ávaring um, hvussu stórar avleiðingarnar eru av at vit eru so óruddulig, sigur Jóan Petur Abrahamsen.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

19 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

2 tímar síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

2 tímar síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

4 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

4 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

5 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

5 tímar síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

5 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

6 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

6 tímar síðan