Máttu tvær ferðir eftir sama manni

Hann er nú skuldsettur fyri fleiri lógarbrot

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna av einum skeinkistaði tí ein maður var komin inn, hóast hann var óynsktur. Løgreglan kom eftir honum og fekk á dyr. Løgreglan sigur, at tað var einki hóvasták burtur úr hesum, men eina lítla løtu seinni varð aftur ringt til løgregluna av sama skeinkistaði, tí nú var maðurin inni aftur og hesa ferð hevði hann verið harðligur ímóti einum fólki, sum hevði fingið skaða.

 

Løgreglan fór aftur eftir manninum og hesa ferð varð hann tikin við á støðina og settur í brummuna. Løgreglan sigur, at síðani er tað eisini komið fram, at hann hevur hótt ein annan við harðskapi. Tá ið hann var kannaður, hevði hann eina hassjpípu uppi á sær og tað er hann eisini skuldsettur fyri, umframt at hann eisini er skuldsettur fyri harðskap og hóttanir.

 

Løgreglan sigur, at hevur framt harðskap áður, so tað kann henda seg, at hann verður førdur fyri rættin við kravi um, at hann verður varðhaldsfongslaður.