Matvørutrot í grønlendskum bygdum

- Í handlinum er einki kaffi, ongar fruktir, ei heldur epli og sukur, og her er eitt ógvuliga avmarkað úrval av viðskera, sigur kvinna í bygdini, Ukkusissat.

- Hetta er fyrstu ferð, eg havi upplivað, at so nógvar gerandisvørur ikki eru at fáa í handlinum, sigur Thala K. Petersen úr grønlendsku bygdini, Ukkusissat, sum liggur nær Uummannaq. Hon er bæði hørm og frustrerað yvir, at so fáir valmøguleikar eru í matvøruhandlinum í bygdini.

 

Hon sigur við www.sermitsiaq.ag, at í handlinum er einki kaffi, ongar fruktir, ei heldur epli og sukur, og her er eitt ógvuliga avmarkað úrval av viðskera. Sunnudagur er í morgin, tá familjur plaga at eta saman, men sambært grønlendsku kvinnuni fer ivaleyst nógv at mangla við døgurðaborðið.

 

Tað ber ikki til hjá Thalu K. Petersen og øðrum at fara til Uummannaq at keypa inn, tí hesa ársins tíð er tað vandafult at sigla. Tí kunnu tey ikki bara fara til Uummannaq at keypa neyðugu matvørurnar. 

 

- Tað er stór misnøgd í bygdini, har ábyrgdin av støðuni eitt nú verður løgd á handilsleiðararnar. Onnur eru ørg inn á Royal Arctic Line, sum hevur sjóvegis flutningin. Vit vóna, at ein nýggj ætlan við vøruflutningi verður løgd fyri okkara bygd, sigur Thala K. Petersen.

 

Innkeypsleiðarin hjá KNI, Kurt Lauritsen, váttar, at trupulleikar hava verið við leveringini av geradisvørum til fleiri bygdir, og orsøkin er, sigur hann, at felagið, sum rekur Royal Arctic Line, hevur verið aftur út við leveringum til bygdirnar.

 

- Vit bíleggja vørur, sum vit plaga, men vørurnar eru nógv seinkaðar orsakað av Royal Arctic Line, sigur Kurt Lauritsen, sum vísir á, at so at siga allir 18 handlarnir hjá Pilersuisoqs eru raktir av trupulleikanum við seinum leveringum.

 

- Ukkusissat er helst ein av bygdunum, sum er harðast rakt, men bygdirnar við Upernavík og Uummannaq fáa eisini sínar vørur ov seint. Vit royna næstan hvønn dag at trýsta undir Royal Arctic Line, men hetta er ein trupulleiki, sum vit hava havt meginpartin av hesum árinum, sigur Kurt Lauritsen.