Maurice Ross og Víkingur skiljast

Maurice Ross er ikki longur venjari hjá Víkingi

Víkingur hevur í kvøld boðað frá, at Maurice Ross og Víkingur enda samstarvið. Enn er ógreitt hvat liggur aftanfyri avgerðina, men skotski venjari er tann fyrsti, sum verður koyrdur í ár.

 

Víkingur hevur 17 stig fyri 11 dystir, og er útsligið í steypakappingini. Í løtuni er liðið á fimta plássi, men hevur heili 11 stig upp til oddaliðið HB. Eftir tvey meistaraheiti, skuldi Víkingur byrja á nýggjum í ár.

 

Maurice Ross kom í fjør til Føroya, tá hann tók við sum venjari hjá Suðringum. Hann er mangan komin við litríkum viðmerkingum, og hevur verið eitt fríksligt íkast til føroyskan fótbólt higartil.