Maxi Rodríguez til Liverpool

29 ára gamli argentinski spælarin, Maxi Rodríguez hevur skrivað undir ein sáttmála við Liverpool, sum bindar hann til felagið í trý og eitt hálvt ár.

 

- Hann kann spæla bæði vinstru og høgrumegin, og eisini sum hangandi álopsspælari, og hann hevur ein ógvuliga jaligan hugburð, og tað er tað vit hava brúk fyri, sigur venjarin, Rafael Benitez við heimasíðuna hjá Liverpool.

 

- Hann kennir Mascherano og Torres, og hann kann lyfta hinar spælarnar, staðfestir Benitez.

 

Fernando Torres er ógvuliga væl nøgdur við, at gamli liðfelagin hjá honum frá tíðini í Atlético Madrid nú er komin til Liverpool.

 

- Hann kann hjálpa mær við at skora mál. Ein av hansara fremstu dygdum, er hjálpin hann veitir framherjunum. Hann fer at hjálpa mær, Kuyt og Gerrard at skora mál, tí hann hevur nógvar málgevandi sendingar, sigur Torres við heimasíðuna hjá Liverpool.

 

Torres heldur, at Maxi Rodriguez fer at standa seg væl í Premier League. - Eg eri ikki í iva um, at hann kann tilpassa seg til enskan fótbólt. Hann er ein altjóða spælari, sum hevur spælt við í HM-endaspælinum í fótbólti, sigur Torres.