Maxus T90 EV – elektriskur pickup

Síðan kinesiska bilmerkið Maxus kom á føroyska marknaðin, eru bilarnir nú at fáa í fleiri ymiskum modellum sum SUV og vørubilar. 

 

Tann næsti verður Maxus T90 EV, sum er tann fyrsti elektriski pickup í Evropa.

 

Maxus T90 EV verður drivin av forhjólunum, men kemur seinni í ár sum 4x4. 

 

Talan er um ein stóran elektriskan pickup við fimm sitiplássum. Hann sær kraftigur út, er sera væl útgjørdur og lastar eitt tons. 

 

Battaríkapasiteturin er á 88,5 kWh, og bilurin koyrir upp til 471 km. við einari løðing. 

 

Kabinan er rúmlig í nútímans stíli við t.d. 10,3” touchscreen, Apple CarPlay, el justering av forsetrunum, leðurróður sum kann stillast. 

 

Trygdin er eisini í topp, og bilurin hevur eitt nú elektroniskt stabilitetskontroll, bakkikamera, parkeringssensorar og Hill Decent Control.

 

Bilurin hevur fimm ára garanti ella 100.000 km. og battarígaranti á átta ár ella 200.000 km.

 

Maxus er eitt spennandi bilmerki, sum bara gera 100% elektriskar bilar, bæði til privat- og vinnukundar.   

 

Maxus er ein partur av SAIC (Shanghai Automotive Industry Corporation), ið framleiðir sjey miljónir bilar um árið, og sum samstundis er størsti bilframleiðarin í Kina og sjeyndstørsti bilframleiðari í heiminum.

 

Prísur: 2-hjólstrektur 529.900 krónur eftir mvg-afturbering, og 4-hjólstrektur 599.900 krónur eftir mvg-afturbering.

 

Tað er bilasølan Komfortbilar í Smiðjugerði í Havn, sum umboðar Maxus í Føroyum. 

 

##med2##