May deilir sína søgu um demens

Alzheimerfelagið hevur aðalfund í kvøld.

Alzheimerfelagið skipar í kvøld fyri aðalfundi, og á skránni er millum annað ein fyrilestur frá dananum May Bjerre, um hvørja ávirkan Alzheimer hevur havt á hennara lív.


Navnið á fyrilsetrinum er ”Pápin hevði Alzheimer og skipanin sveik”, og fer May Bjerre at greiða frá sínum royndum sum avvarðandi og hvat familjan fór ígjøgnum frá byrjan og til endan í hansara lívi. Tey føldu at skipanin sveik. May hevði ein dreym, “eitt veruligt heim fyri demensrakt, har hvør dagur er virðiligur og livandi”. Dreymurin gjørdis veruleiki og í dag stendur “Dagmarsminde” sum eitt tað besta demensheimið í Danmark.


Harumframt fer Maria Skaalum Petersen, granskari, at greiða frá granskingarverkætlanini innan demens, sum hon er í holt við í Føroyum.


Alzheimerfelagið hevur aðalfund og fyrilestur í kvøld, mikudagin tann 27. apríl kl. 18.00. í Østrøm.