May: ES roynir at ávirka valstríðið

Theresa May, bretski forsætisráðharrin, ákærdi í dag ES-politikarar og embætisfólk fyri at royna at ávirka bretska tjóðartingsvalið.


Tað gjørdi hon í einari røðu, ið hon helt eftir at hava vitjað drotninga, har hon segði, at samráðingarnar um Brexit eru vorðnar trupulari eftir, at tjóðartingsval varð útskrivað, og ákærdi politikarar og embætisfólk í ES at royna at ávirka valúrslitið.


- Bløðini á meginlandinum hava borið ósannindi um samráðingarstøðuna hjá Bretlandi, ES hevur lagt eina harðari kós í samráðingum og evropeiskir politikarar og embætisfólk hava hótt Bretland. Endamálið við hesum er at ávirka úrslitið á tjóðartingsvalinum 8. juni, segði Theresa May í røðuni.


Seinasta veljarakanningin hjá YouGov vísir, at um val var í dag, so hevði tey Konservativu fingið 44 prosent av atkvøðunum, Labour 31 prosent, Liberal Democrats 11 prosent og UKIP 6 prosent.