Magnus Gunnarsson
Á føroysku vegunum síggja vit, at MPV bilarnir av álvara eru farnir at gera vart við seg.
MPV stendur fyri Multi Purpose Vehicle, so her er talan um praktiskar bilar, ið eru gjørdir til fleiri endamál. Renault Espace var helst ein av teimum fyrstu í Europa, meðan tær flestu amerikansku bilverksmiðjurnar hava gjørt hesar bilarnar í fleiri ár.
Ein nýggjur
Mazda MPV
Ein nýggjur, sera spennandi, MPV bilur kom til landið í januarmánaði. Talan er um Mazda Premacy. Her kemur Mazda í beinleiðis kapping við eitt nú Renault Scenic. Premacy er bygdur yvir Mazda 323 undirvognin, so her skuldi ikki verið nakar ivi um, at bilurin er slitsterkur og álítandi.
Premacy varð fyrstu ferð sýndur fram á Geneve bilframsýningini. Bilurin hevur 5 setur, 2 framman og 3 aftan, har tey 3 baksterini kunnu leggjast saman ella takast úr bilinum uppá fá sekund.
Hvørt setur vigar einans 12 kg og kann takast í hondina sum ein vanligur beriposi.
Bilurin innan
Innan er Premacy sum flestu MPV bilar, eitt hav av skuffum og hillum at leggja ting frá sær á.
Undir setrunum, undir dúrkinum, og har tú minst væntar tað. Bilurin er rúmligur, við góðum plássi til beinini og uppeftir, soleiðis at 5 fólk sita væl, og uttan at tey á nakran hátt eru til ampa fyri hvønn annan. Eisini hevur bilurin eitt pollenfiltur, sum er 10 ferðir størri ávirkan enn vanlig pollenfiltur.
Filtrið kann eisini taka deym, ið kemur uttanífrá, burtur.
Bilurin fæst í
tveimum útgávum
Premacy er lættur at handfara, sum ein persónbilur at koyra og rúmligur sum ein mini-bussur.
Mazda er við til at gera tað til eina fragd at koyra hesar MPV-bilarnar.
Stýringin og undurvognurin virka føst og kontant, og hevur tað við sær, at bilurin merkist næstan ?sportligur? at koyra.
Hetta er serliga galdandi fyri GLX útgávuna við 15? felgum og 195/55-15 dekkum.
Bilurin fæst í tveimum útgávum. LX útgávan hevur servostýring, sentrallás, el-síðuspegl við hita, el-rútar framman og TCS (Antispin). GXL útgávan hevur afturat hesum veloursetur, armlen millum forsetrini el-rútar aftan, tokulyktir framman, hita í setrunum, fjarstýrt sentrallás og klimaanlegg. Báðar útgávurnar hava somu motorstødd, 4 cyl. 16 ventilar og 100 hk. Pollenfiltur, Airbag (eisini í síðunum), ABS bremsur og TCS (Antispin) er standard. Alt í alt ein sera spennandi bilur, ið helst fer at klára seg væl í kappingini við aðrar MPV-bilar.
Motorurin:1,8 ccm.
4 cyl. 16V 100 hk
0-100 km/t11.8 sek.
Trekk: Framman
Dekk:LX 185/65-14
GLX 195/55-15
Bremsur:Skivur framman og aftan
Stødd og vekt
Longd: 429,5 cm,
Breidd: 170,5 cm,
Hædd: 157,0 cm,
Vekt:1410 kg.
?og lastar 350 kg
Bensinnýtsla:10,4 km/l
Prísur LX:kr. 175.700,-
Prísur GLX:kr. 187.700,-
Søluumboð:Berg Motors
Staravegur
FO-110 Tórshavn